Einir 160 bilar vóru við í rekkjukoyringini, sum var í Vágum í gjárkvøldið og í nátt.
Tá sita fólk í bilum og ballast, men førarin er edrúur. Og tað vísti seg at halda, tí løgreglan hevði ikki illgruna til nakran bilførara, sum hevði drukkið.
Nakað av ruðulleika var tó áðrenn sjálv koyringin byrjaði, tí bilrøðin var frá FK í Miðvági heilt út til ellisheimið.
Tá alt var liðugt vóru tað í trimum førum fólk sum ringdu til løgregluna, ti tey ikki funnu heim.
Í Kollfjarðardali var eitt málrættað átak og 150 bilar vóru steðgaðir. Øll sum blástu í alkometrið vóru koyrifør, men nøkur sótu ikki í trygdarbeltið og fingu bót fyri hetta.
Í Suðuroynni var eisini rekkjukoyring, men løgreglan hevði onga fráboðan fingið í tí sambandi.
Sí eisini: Myndir: Rekkjukoyring í Vágum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald