Uttanlands

Nógvir deyðir hvalir reka upp á Mauritius

Enn er ikki prógvað, at orsøkin er dálking frá strandaða og nú søkta farmaskipinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-27 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

17 deyðir smáhvalir eru skolaðir upp á strendurnar á Mauritius henda mánaðin eftir at olja frá einum 300 metra longum strandaðum japanskum farmaskipi er likin út.

Hetta upplýsir fiskimálaráðið í Mauritius fyri Reuters.

Ikki er vist, at hvalirnir eru deyðir orsaka av teimum umleið túsund tonsunum, ið eru likin úr skipinum.

- Deyðu hvalirnir høvdu sár og blóð rundan um kjaftin. Har vóru ongi spor av olju. Teir umleið tíggju, ið yvirlivdu, vóru útlúgvaðir, og megnaðu næstan ikki at svimja, sigur eitt umboð frá fiskimálaráðnum við Reuters.

Ikki sætt fyrr
Ein fyrrverandi ráðgevi í umhvørvismálum hjá stjórnini í Mauritius heldur, at orsøkin til nógvu deyðu hvalirnar má vera oljulekin.

- Hetta er ræðuligt. Vit síggja delfinir svimja upp á strendurnar í villareiði fyri at doyggja. Vit hava ongantíð fyrr upplivað, at so nógv av hesum klóku havsúgdjórunum doyggja. Aldrin, sigur Sunil Dowarkasing við AP tíðindastovuna.

Hann sær bert tvær orsøkir til hetta.

- Antin eru djórini deyð av oljuni, ið er likin á sjógv, ella eru tey eitrað av eitrandi evnum av skipsskrokkinum, ið varð søktur, sigur hann.

Sunil Dowarkasing, sum í dag er umhvørvisráðgevi, hevur fyrr ávarað móti avleiðingunum av at søkkja skipið, skrivar dr.dk.

Søkt á 3 kilometra dýpi
Skipið rendi á eitt koralriv 25. juli, og síðan brotnaði tað um tvøran, og minst 1.000 tons av olju lóku á sjógv. Tá doyði nógvur sjófuglur og fiskur av oljuni.

Skipsskrokkurin varð seinni sleipaður til havs, har hann varð søktur á 3 kilometra dýpi eftir at oljan varð tømd úr skipinum. Men longu tá ávaraðu umhvørvisfelagsskapir, eitt nú Greenpeace, um at vandi var fyri umfatandi dálking.

Greenpeace hevur nú biðið stjórnina í Mauritius um at gera eina kanning av, hvat smáhvalirnir eru deyðir av.

Deyðu hvalirnir eru av slagnum ’peponocephala electra’, ’melon-headed whale’ á enskum, ’dværgspækhugger’ á donskum og ’kollhyrna’ á íslendskum. Okkum er ikki eydnast at finna eitt føroyskt heiti.

Talan er um ein tannhval, upp til 2,75 metrar til longdar, ið livir í heitari sjógvi kring miðkringin. 

Myndir: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder