Innanlands

Nógvur vindur alt vikuskiftið

Millum 11 og 17 m/s næstu dagarnar

Savnsmynd: Bjartur Vest

Savnsmynd: Bjartur Vest

2018-10-19 09:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur hevur verið seinastu dagarnar, og vindurin sær ikki út til at fáa nakran enda fyribils. Vikuskiftið er merkt av vindi.

Í dag er strúkur í vindi av útsynningi vestan, 11 til 13 m/s. Hitin millum 9 og 10 hitastig, og okkurt æl.

Í nátt verður frískur vindur til strúkur í vindi av útsynningi og útsynningi sunnan, 9 til 12 m/s. Hitin liggur um 9 hitastig, og avfallið millum 0,1 til 1,4 mm fram til klokkan 6. Um morgunin og út á dagin veksur hann um vindin úr strúkur í vindi til hvassan vind av útsynningi sunnan og útsynningi vestan, millum 12 og 16 m/s. Avfall millum 0,1 til 0,4 mm millum klokkan 9 og 13 og 9-11 hitastig allan dagin.

Sunnunáttina og sunnudagin verður hvassur vindur av útsynningi og útsynningi vestan millum 14 og 17 m/s. Sunnudagurin gerst kaldari, tá hitin fellur frá 10 til 6 hitastig. Eftir middag sunnudagin fer at regna, millum 1,5 og 2,7 mm avfall.

Síggj veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder