Eftir heystarliga góðveðrið í gjár, er nógvur vindur á skránni hesar komandi dagarnar.
Í dag boðar Veðurstovan frá nógvum vindi av útsynningi. Seinnapartin verður upp í skrið, t.e. 18 metrar um sekundið, og í kvøld upp í 20 metrar um sekundið.
Víðari sigur Veðurstovan: Í nátt minkar vindurin niður í frískan til hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 6 til 11 stig.
Komandi dagarnar verður eisini nógvur vindur. Í morgin, mikudagin, verður hann vestan 10-15, sum veksur upp í skrið, 15 til 20 metrar um sekundið. Hósdagin verður framvegis upp í 18-20 metrar um sekundið, og ættin verður sum frálíður útnyðringur, og tað kann væntast vátakavi ella kavi. Hitin úr trimum stigum niður í tvey kuldastig.
Ikki fyrr enn fríggjakvøldið minkar vindurin aftur, men tað verður framvegis høgætt og kalt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald