Innanlands

Nógvur vindur í dag og fríggjadagin

Í morgin verður meira stilt

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-24 15:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur verður restina av degnum, og Landsverk sigur frá upp í 33 m/s í hvirlunum har vindurin er mestur.

Restina av degnum verður hvassur vindur millum 14 og 17 m/s av vestri. Eitt lítið sindur av avfalli verður, millum 0,1 og 0,4 mm. Hitin 9 hitastig.

Eftir midnátt minkar bæði vindurin og hitin. Hósnáttina og hósdagin er gul og andøvsgul av norðan, millum 3 og 7 m/s. Hitin fellur gjøgnum náttina niður á 6 hitastig, og beint fyri midnátt fríggjanátt fer niður á 5 hitastig. Eitt lítið sindur av avfallið er beint fyri midnátt millum 0,2 og 0,5 mm.

Fríggjanáttina veksur hann um vindin upp í strúkur í vindi millum 11 og 13 m/s av norðan. Avfall fríggjanáttina millum 0,2 og 0,3 mm og hitin fer niður á 4 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder