Innanlands

Nógvur vindur í morgun

Landsverk boðar frá vána koyrilíkindum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-15 08:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur er kring landið í morgun. Landsverk boðar frá, at so nógvur vindur er í støðum, at hetta ávirkar koyrilíkindini.

Harðast leikar á á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum har tað er skrið, og í hvirlunum upp til 35 m/s.

Á Porkerishálsi er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s, meðan um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum er stívt andøvsgul, og í hvirlunum upp til 32 m/s. Í Hvalba er stívt andøvsgul, og upp til 31 m/s í hvirlunum.

Í Gerðabøi í Klaksvík er stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s. Á Gjáarskarði er skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s, og á Kambsdali er andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s. Eystanfyri í Norðskálatunlinum er stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s, meðan hvassur vindur er á Sandavágshálsi, í hvirlunum upp til 25 m/s.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder