Innanlands

Nógvur vindur nú, men so minkar

Tað verður fitt av vindi á midnátt, men ikki líka nógv sum í løtuni

2018-12-31 15:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið rættiliga illfýsið í allan dag, og í løtuni er sera nógvur vindur kring landið.

Vindmátararnir hjá Landsverki boða frá hvirlum upp í 49 metrar um sekundið í onkrum støðum, og hálku aðrastaðni.

Men nú út á seinnapartin, og í kvøld verður vindurin minkandi og tað verður turt, sambært veðurforsøgnunum.

Tá vit nærkast midnátt verður vindurin komin niður á eini 15 metrar um sekundið í støðum. Hann verður útnyrðingur í ættini, og tað er millum annað góð ætt í Havn.

Fylg veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder