Veðrið komandi dagarnar bjóðar uppá vind, men minni avfall enn farnu dagarnar.
Í dag er strúkur í vindi til hvassan vind av suðri og útsynningi sunnan, millum 11 og 16 m/s. Turt er mesta av degnum, men í kvøld og nátt fer at regna millum 0,7 og 1,3 mm. Hitin um 9 til 10 m/s.
Nógvur vindur verður eisini í morgin, strúkur í vindi til hvassan vind av suðri, millum 13 og 17 m/s. Á middegi er 10 hitastig, men sum líðir út á dagin fellur hitin niður á 7 hitastig.
Sunnudagin minkar hann eitt sindur í vindinum. Tá verður andøvsgul til hvassur vindur av útsynningi og landsynningi sunnan, millum 8 og 14 m/s. Um kvøldið fer at regna um 3,2 mm. Hitin liggur um 7 og 9 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald