Fiskavirkið Tavan í Leirvík hevði í fjør eitt avlop á 6,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er ein góð millión betri enn árið frammanundan, men ikki so gott sum í 2016, tá avlopið eftir skatt lá oman fyri 10 milliónir.
Høvuðsvirksemið hjá Tavuni er at taka ímóti gulllaksi og framleiða fars burturúr, sum einasta virki av sínum slag í Føroyum. Tavan hagreiðir eisini upsa og hartil eisini sild í smærri nøgdum.
Bruttovinningurin í 2018 var 31,9 milliónir krónur. Harav vórðu 20,3 milliónir goldnar út í starvsfólkalønum – nakað minni enn árið frammanundan. Leiðslan fyri Tavuna sigur í ársfrágreiðingini, at úrslitið fyri 2018 var nøktandi, og at roknað verður við at inniverandi ár fer at liggja á sama støði.
Eftir avskrivingar og fíggjarútreiðslur vóru 8,2 milliónir eftir, og eftir skatt 6,7 milliónir.
Avlopið verður brúkt til at rinda eigarunum 5 milliónir í vinningsbýti. Eigarar í Spf. Tavuni er Norðoya Íløgufelag, sum Føroyagrunnurin frá 1971 eigur, og stóra norska matvørufyritøkan Insula AS, sum eigur eina røð av stórum matvørufyritøkum í Norðurlondum serliga innan fiskaramleiðslu. Lokalir partaeigarar eru Ingvar Joensen, Joen Martin Rasmussen og Jógvan Elias Joensen ígjøgnum hvør sítt smápartafelag.
Nevndu leirvíkingar manna eisini nevndina í felagnum saman við Jóhan Andrias Reyðberg úr Klaksvík, umboðandi Norðya Íløgufelag, og Morten Hyldborg Jensen úr Oslo umboðandi norsku eigararnar. Ingvar Joensen er stjóri í felagnum og Jógvan Elias Joensen er nevndarformaður.
(rættað kl. 14.34 - vit skrivaðu, at Tavan eigur PrimaFisk í Leirvík, sum framleiðir fiskapylsur. Hetta er ikki rætt)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald