Innanlands

Nøkur hálkuóhapp í ferðsluni í gjár

Hálkan kom so knappliga á fólk

2019-01-29 09:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kavin gjørdi sítt til at ruðuleiki var í ferðsluni í gjár. Løgreglan sigur, at hálkuohapp vóru ímillum annað í Kollafirði og í Hoyvík.

Av løgreglustøðini verður sagt, at kavin kom so knappliga, at fólk allarhelst ikki vóru fyrireikað.

Eingin persónskaði stóðst av óhappunum, men nakað av materiellum skaða hevur verið, tá bilar hava rakt kantar, lyktapelar, autoverjur o.s.fr.

Summir bilar fóru eisini av breytini í gjár, men hetta var meiri fyri at sleppa undan at ferðsluóhapp hendi heldur enn tað var ein partur av tí. Summi teirra sluppu sjálv upp aftur á breytina, meðan onnur ringdu til sløkkilið, Ansni og onnur eftir hjálp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder