Mentan

Nóllywood frumsýning í dag

Filmarnir, sum eru framleiddir á Nóllywood, verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy í dag kl. 17

2018-07-08 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klippfisk skipar í ár fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri níggjundu ferð. Fyri einari viku síðan fluttu tólv tannáringar til Nólsoyar at læra at gera film. 

Filmarnir, sum eru framleiddir á Nóllywood, verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy sunnudagin 8. juli kl. 17. Ternan siglir úr Havn kl. 16:20 og aftur til Havnar kl. 19:25. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder