
Standmyndin av Nólsoyar Páll, sum skoðar út í hav, ella rættari sagt út á gardinbátarnar á Vestaru Vág, skal nú flytast av plássinum har hon stendur miðskeiðir á torginum í Vágsbotni í Havn.
Hann passar ikki inn í framtíðarætlanina fyri hesum torginum. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í sambandi við, at avgerð er tikin um, at skoytibreytin, sum seinastu vetrarnar hevur verið sett upp á p-økinum, eisini kallað kommunuskúlagarðurin, uttan fyri ráðhúsini á Vaglinum, nú skal setast upp í Vágsbotni.
- Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at umskipa miðbýin, soleiðis at hann verður ein livandi og áhugaverdur býur at liva, vera og virka í. Í tí sambandi var í 2014 skrivað út ein hugskotskapping, sum skuldi leggja lunnar undir eina langtíðar skipaða menningartilgongd fyri miðbýin, skrivar Tórshavnar kommuna.
Og tað uppskotið, sum vann, legði upp fyri møguleikanum at skoyta í Vágsbotni um veturin. Tann ætlanin verður so sett í verk í ár, sum ein royndarverkætlan. Og tí má standmyndin takast burtur.
Sum skilst, so arbeiðir kommunan saman við Hans Paula Olsen, listamanni, við at finna eina nýggja staðseting til standmyndina.
Soleiðis ímynda arkitektarnir seg skoytibreytina í ætlanini fyri Vágsbotn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald