Mentan

Nólsoyggin og ferðavinna á breddan í komandi viku

Týskvøldið 20. apríl verður fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna løgd fram í Royndarhúsinum í Nólsoy

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-04-14 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna verður nú løgd fram. Í ætlanini eru 25 átøk, sum ítøkiliga vísa á gongdar leiðir fyri einari spennandi og upplivingarríkari ferðavinnu í oynni.

Ferðavinnuætlanin verðu løgd fram í komandi viku, týskvøldið 20. apríl klokkan 19. Tað verður í Royndarhúsinum í Nólsoy.

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn hava tikið stig til ætlanina, sum Gunnvá Zachariassen hevur skrivað. Hon fer at leggja ætlanina fram á fundinum, og forkvinnan í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, Kristianna Winther Poulsen, bjóðar vælkomin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Nólsoyggin hevur í nógv ár verið ferðamál hjá bæði útlendingum og føroyingum. Og Nólsoyggin er serstøk. Anja Hartmann Wardum, leiðari á Visit Nólsoy, lýsir tað soleiðis:

– Nólsoyingar hvíla ótrúliga væl í sær sjálvum, og tað sæst aftur í mentanini her á oynni, sum er skapandi, spælandi og savnandi. Hon ger Nólsoynna serstaka og bygdasliga, men uppá tann kula mátan.

Skapanarhugurin í Nólsoynni er stórur, og tað sást væl, tá ið Hugskotið saman við Visit Tórshavn skipaði fyri Nýskapan í Ferðavinnuni í Nólsoy. Seks verkætlanir, sum allar hava tilknýti til oynna, hava í vetur arbeitt við at gera teirra hugskot til veruleika, so Nólsoy fær fleiri og breiðari upplivingar til ferðafólk – føroyingar og útlendingar.

Vónandi koma nógvir nólsoyingar á fund í Royndarhúsinum týskvøldið 20. apríl, skrivar kommunan.

Skrá

  • 19.00 Forkvinnan í vinnunevndini, Kristianna Winther Poulsen, bjóðar vælkomin
  • 19.15 Óluva Zachariassen, orðstýrari, greiðir frá fundinum
  • 19.20 Gunnvá Zachariassen leggur ferðavinnuætlanina fram
  • 19.50 Orðaskifti
  • 21.00 Liðugt
placeholder
placeholder