Í sambandi við, at matstovuvinnan í Danmark nú so smátt kann seta gongd á sítt virksemi aftur, boðar tann kendasta matstovan í danska høvuðsstaðnum, Noma, sum fleiri ferðir er kosin heimsins besta matstova, et hon í fyrstu atløgu fer at servera burgarar.
Hetta tí at upplatingin av Noma verður gjørd í tveimum stigum.
Fyrsta stig í upplatingini av Noma verður komandi hósdag, tá kenda matstovan, sum nú heldur til á Refshalevej ikki so langt frá Christiania, fer at lata upp eina vínbarr í garðinum. Og hjá teimum svongu verður møguleiki at keypa sær burgarar.
Tvey stjørnaða Michelin-matstovan bjóðar tvey sløg av burgarum. Ein cheese- og ein veggie- við ríkiligt av umami og tilfari úr egnum fermenterings-kjallara, sum tey skriva á heimasíðuni.
Víngarðurin verður opin hósdag til sunnudag, og ikki er neyðugt við borðbílegging, skrivar matstovan.
Enn hevur Noma ikki tikið støðu til, nær sjálv matstovan letur upp aftur í sínum kenda líki. Tað tekur tíð at lata slíka matstovu uppaftur eftir at hava verið stongd, verður sagt, men tey vóna at tað verður skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald