Noomi er námslektari í handarbeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og nú ein fjórðingsøld í gjár var liðin, síðani hon kom í starv á tí, sum í gomlum døgum æt Føroya Læraraskúli, vildu starvsfelagar heiðra hana.
Og tað varð gjørt við felagssangi, røðum og góðum ábiti í kjallaranum í lon 7 á Frælsinum á Námsvísindadeildini, har ið Noomi undirvísir til dagligt.
Karmurin um hátíðarhaldið var ein sera vøkur framsýning, sum læraralesandi á handarbeiðslinjuni, har Noomi undirvísir, høvdu gjørt.
Í røðu síni fyri Noomi takkaði Martin Tvede Zachariasen, rektari, fyri trúfesti hennara móti Setrinum.
- Tú ert ein av fremstu serfrøðingum í føroyskum handarbeiði og føroyskari siðvenju í sambandi við handarbeiði. Eg haldi, at tú ert eitt gott dømi um, hvussu starvsfólk á Setrinum áhaldandi menna seg og undirvísingina, segði rektarin m.a.
Fleiri onnur røddu eisini, m.a. Kalpana Vijayavarathan, sum er dekanur á Námsvísindadeildini, har Noomi arbeiðir.
- Vegna alla deildina takki eg tær fyri tín eldhuga, listaliga dugnaskap og mongu løturnar, sum hava ríkað hesa deildina og alt Setrið. Til lukku á hesum merkisdegi tínum. Vit fagna tær í dag við takksemi og viðurkenning, segði dekanurin m.a.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald