Innanlands

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen nýggjur stjóri í Heilsustýrinum

Noomi er 47 ára gomul, er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti í 2010, hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti í 2015, og er júst farin undir eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya

2025-11-28 13:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum stjóra í Heilsustýrinum.

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er 47 ára gomul. Hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti í 2010, hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti í 2015, og er júst farin undir eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Noomi hevur drúgvar starvsroyndir innan íleguøkið í Føroyum, har hon millum annað hevur starvast sum granskari, verkætlanarleiðari av FarGen og leiðari av heilsudátueindini og fólkaheilsueindini í Heilsustýrinum.

Noomi tekur við starvinum tann 1. januar 2026.

Heilsumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder