Føroyskir granskarar hava fingið tilsamans tríggjar milliónir. krónur í stuðli frá NordForsk til tríggjar ymiskar granskingar- og samstarvsverkætlanir.
Størsta játtanin er til Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum. Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess, granskarar á Máltøknideplinum fáa umleið 2,2 milliónir krónur til eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki. Hendan verkætlanin verður stýrd av Keypmannahavnar Universiteti.
Granskarar á tveimum føroyskum granskingarstovnum hava harumframt fingið tilsamans 796.000 krónur til at luttaka í eini verkætlan um norðurlendskt granskingarinfrakervi, sum er stýrd av tveimum universitetum úr Noregi. Jóhannus Kristmundsson, ph.d. lesandi á Náttúruvísindadeildini, og Regin Fjallsbak, KT-leiðari, á Fróðskaparsetrinum, hava fingið slakar 500.000 krónur. Noomi Gregersen, ph.d., leiðari í Heilsustýrinum, hevur saman við fimm øðrum starvsfólkum fingið umleið 300.000 krónur.
Verkætlanin, sum Fróðskaparsetrið er við í, kallast Nordic-Baltic Dataverse Hub.Her eru 17 luttakarar frá seks stovnum úr seks londum við.
Verkætlanin, sum Heilsustýrið er við í, kallast The Nordic Biobank Network. Her eru 35 luttakarar frá 13 stovnum úr seks londum við.
Fleiri umsóknir verða játtaðar
NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, hevur játtað munandi fleiri umsóknir úr Føroyum, eftir at Føroyar gjørdust fullgildur limur í NordForsk fyri skjótt trimum árum síðani.
Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk, hevur júst verið á vitjan í Føroyum fyri at kunna um arbeiðið í NordForsk. Hann heldur, at limaskapurin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar.
- Tað hevur gjørt stóran mun, at Føroyar nú eru fullgildur limur. Granskarar aðrastaðni síggja Føroyar betur, og føroyingar verða bodnir við í partaløg nógv fyrr í tilgongdini enn áður, sigur hann.
Útboðini hjá NordForsk snúgva seg ofta um evni, sum eru viðkomandi á okkara leiðum, og sum føroyskir granskarar arbeiða við. Seinasta árið hava granskarar á Fróðskaparsetrinum og Havstovuni fingið stórar upphæddir til luttøku í granskingarverkætlanum.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald