
Í døgunum 12. til 16. apríl verður Nordic Saxophone Festival hildin í Tórshavn. Hetta er fyrstu ferð, at festivalurin verður hildin í Føroyum. Øll tiltøk eru almenn og við ókeypis atgongd.
Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2011 og hevur sum endamál at savna saksofonleikarar úr norðurlendsku londunum.
Sermerkt fyri festivalin er fokusið á kamartónleik. Luttakararnir verða settir saman í bólkar, sum í felag arbeiða við tónleiki ígjøgnum vikuna. Úrslitið av arbeiðinum verður framført á ymsu konsertunum í festivalinum.
Í ár verða 45 saksofonleikarar við á festivalinum. Teir koma m.a. úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, umframt úr Argentina, Spania, Italia og Bretlandi.
Í sambandi við festivalin verður samstarv við Aldubáruna, og harafturat eru trý nýggj verk bíløgd frá føroyskum tónaskøldum. Hesi verða frumframførd á festivalinum. Tónaskøldini eru Teitur, Kristian Blak og Atli K. Petersen.
Konsertir og framløgur verða hildnar í Hátúni, Reinsarínum, Norðurlandahúsinum og Havnar Kirkju.
Skráin fyri festivalin
12. apríl
11.30: Stockholm Saxophone Quartet – Havnar Kirkja
19.30: Music from Home – Hátún
13. apríl
13.30: Framløga um Rascher við Kasper Hemmer Pihl – Tinnan
19.30: Aldubáran x Nordic Saxophone Festival – Hátún
21.30: Late Night Concert – Reinsaríið
14. apríl
13.30: Jutlandia Saxophone Quartet – Hátún
19.30: Faroe Unfolded – Hátún
15. apríl
13.00: Panelkjak – Hátún
19.30: Nordic with a Twist – Hátún
16. apríl
12.00: Echoes of the North – Norðurlandahúsið
19.30: Grand Finale – Hátún
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald