![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í sambandi við stóra filmstiltakið, Geytin, fáa Filmshúsið og Norðurlandahúsið vitjan av stjóranum fyri Nordisk Film & TV Fond.
Leygardagin skipar Filmshúsið saman við Norðurlandahúsinum fyri áhugaverdum orðaskifti. Sjóneykan verður sett á støðuna hjá Filmsvinnuni í Føroyum og um samstørv við KVF og Nordisk Film & TV Fond.
Við pallborðið sita fýra fólk, og øll taka fegin móti íkastum úr salinum.
Tey fýra við pallborðið eru Liselott Forsman, stjóri í Nordisk Film & TV Fond, Marjun Niclasen, leiðari í Filmhúsinum, Katrin Petersen, stjóri í KVF og Jón Hammer, framleiðari og nevndarlimur í Filmshúsinum.
Umframt eina stutta framløgu um NFTVF, taka fyrireikararnir millum annað hesi evni upp:
- Hvat eyðkennir føroyska filmsframleiðslu?
- Hvat eru størstu fíggjarligu og logistisku forðingarnar fyri, at smáar filmstjóðir kunnu bróta ígjøgnum altjóða?
- Er samframleiðsla ein loysn?
- Hvønn leiklut hava Filmhúsið, mentanarstovnar, KVF og føroyskir / norðurlendskir grunnar?
- Møguleikar fyri stuðli til m.a. útbreiðslu, festivalar, talentmenning og dubbing til føroyskt
- Hvussu kunnu Føroyar fáa atgongd til størri marknaðir og filmfestivalar?
Nordisk Film & TV Fond (NFTVF) er ein norðurlendskur grunnur, hvørs endamál er at menna og stuðla norðurlendsku films- og miðlavinnuni.
Fundurin í Norðurlandahúsinum verður nú leygardagin, 8. februar kl. 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald