2019-05-20 20:50
Í næstsíðstu viku kom musikkskúlin Norðljómur á Oyrarbakka út við nýggjari heimasíðu. Endamálið við síðuni er, at hon skal vera løtt, upplýsandi og undirhaldandi.
Á forsíðini eru upplýsingar um ljóðføri, har fólk kunna hoyra hvussu ljóðførið ljóðar, samstundis ber til at tilmelda seg at spæla tað ljóðførið, sum ein ynskir at spæla.
Á síðuni er eisini kunning um virksemi, orkestrini, lærarar hjá Norðljómi.
Tá næmingur tilmeldar seg til undirvísing verður hann settur á bíðilista, og sleppur at fáa undirvísing so skjótt at pláss er tøkt, skrivar Sunda kommuna. Tilmeldingin er ikki bindandi og kostar einki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald