
Lokala blaðið í Norðoyggjum hátíðarheldur í dag 110 ára stovningardag.
Tað var tann 16. apríl í 1915 at Norðlýsið kom út fyri fyrstu ferð, og hetta var fyrsta lokalblað í Føroyum.
Fyrsti blaðstjóri á Norðlýsinum var Símun Petur Zachariassen.
Jóhann Lützen eigur í dag Norðlýsið einsamallur. Hann yvirtók í 2017 blaðið saman við feðgunum Palla og Jóannes Skorheim frá Oliver og Elsu Joensen.
Í fjør vórðu feðgarnir keyptir út, og Jóhann Lützen gjørdist einsamallur eigari.
Umframt blað hevur Norðlýsið í dag eina vælvitjaða heimasíðu og hevur eisini ymiskt virksemi innan útvarp.
Stovningardagurin verður hátíðarhildin á Stoksoyravegi 3, har blaðið heldur til. Opið hús er til klokkan 17 í dag, og okkurt gott er at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald