Norðlýsið sigur seg í dag skilja á keldum í politisku skipanini, at landsstýrið møguliga verður umskipað í dag.
Keldurnar hjá Norðlýsinum siga, at tað helst verður nú størsti flokkur á tingi, Tjóðveldi, sum fær mentamálaráðharrasessin, og Óluva Klettskarð verður nevnd í hesum sambandi.
Nógv kjak hevur verið í krókunum um hvør mundi fara at fáa landsstýrissessin í mentamálum, sum løgmaður hevur havt um hendi síðani Rigmor Dam var koyrd úr starvi orsaka av byggigøluni Glasi.
Framsókn hevur mist formansessin í fíggjarnevndini orsaka av rokinum í Javnaðarflokkinum, og vil hava okkurt afturfyri. Tí er sera sannlíkt at Framsókn vil hava landsstýrisessin í mentamálum.
Blaðið sigur, at tíðindini um at Tjóðveldi fær mentamál ikki eru váttað, og tí skulu takast við fyrivarni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald