Úrslitið eftir skatt í 2018 var eitt avlop á 14,2 mió. kr. Eginognin rentaði við 6,2 % og solvensurin var 20,5 % við árslok 2018.
Virksemið økist
Vøksturin í útlánum var 4,4 % ella 80 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.806 til 1.886 mió. kr.
Vøksturin í innlánum var 3,4 % ella 76 mió. kr. – úr 2.227 mió. kr. upp í 2.302 mió. kr. Innlánsavlopið var 416 mió. kr. við ársenda 2018.
Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum í løtuni er 5 %. Samlaða ábyrgdarfæið var við árslok 2018 kr. 20.802.000, móti kr. 19.806.000 við ársbyrjan 2018. Hetta er ein øking upp á kr. 996.000, ella 5 %.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2018 var yvirdekningurin í mun til lógarkravda gjaldførið 168 %. Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2018 var solvensurin 20,5 % sammett við 19,2 % árið fyri.
Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina í 2018.
Umboðsráðsfundur verður hósdagin 4. apríl 2019. Eftir fundin verður fullfíggjað ársfrásøgn fyri 2018 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald