
Úrslitið áðrenn skatt í 2022 var eitt avlop upp á 14,8 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við úrslitið og við at grundraksturin er styrktur í árinum.
Virksemi støðugt
Útlánini øktust úr 2.025 mió. kr. upp í 2.043 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 18 mió. kr. ella 0,9 prosent.
Innlánini lækkaðu úr 2.464 mió. kr. niður í 2.460 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 4 mió. kr. ella 0,2 prosent.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 33,6 mió. kr. upp í 34,3 mió. kr., ið svarar til eina øking upp á 0,7 mió. kr. ella 2,1 prosent. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 4 prosent í 2022, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 prosent í 2023.
Grundrakstur styrktur
Grundraksturin í 2022 er ávirkaður av stakútreiðslum í sambandi við at tekjan á høvuðsbygninginum er skift. Hóast hetta øktist grundraksturin úr 21,2 mió. kr. upp í 23 mió. kr. í 2022, sum er ein øking upp á 1,8 mió. kr.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2022 var lyklatalið fyri gjaldførið 308 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.
Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2022 var solvensurin 27,1 prosent sammett við 25,4 prosent árið fyri.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 13. apríl 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald