Innanlands

Norðoya Sparikassi 25 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-16 17:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa eftir skatt fyrra hálvár 2024 var eitt avlop upp á 25,0 mió. kr. samanborið við 16,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi.

Sparikassin er nøgdur við gongdina fyrra hálvár 2024.

Útlánini øktust úr 2.182 mió. kr. upp í 2.223 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 41 mió. kr. ella 1,9 %. Vøksturin stavar serliga frá fíggingum til bústaðarendamál.

Innlánini øktust úr 2.607 mió. kr. upp í 2.675 mió. kr., sum er ein hækking upp á 68 mió. kr. ella 2,6 %. Innlán við uppsøgn eru ein vaksandi partur av samlaðum innlánum, og alsamt fleiri kundar velja at binda peningin og fáa harvið hægri rentu.

Grundraksturin - úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt - varð munandi styrktur fyrra hálvár 2024. Grundraksturin var 31,0 mió. kr. samanborið við 21,9 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 9,1 mió. kr. ella 41,6 %.

Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri. Solvensurin fyrra hálvár var 28,8 % sammett við 27,7 % árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 469 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %.

Norðoya Sparikassi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder