Innanlands

Norðoya Sparikassi hækkar inn- og útlánsrentur

Hetta kemst av hækkingini hjá Evropeiska Miðbankanum og Danska Tjóðbankanum. Rentur á innlánum og útlánum hækka við upp til 0,3 prosentstigum. Tað kemur í gildi 3. februar 2023

2022-12-27 16:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hava aftur hækkað leiðandi renturnar, hesa ferðina við 0,5 %-stigum. Av hesi orsøk hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Rentur á innlánum og útlánum hækka við upp til 0,3 %-stigum við gildi frá 3. februar 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðu okkara verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Norðoya Sparikassi - 22. desember
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder