2025-06-11 11:10

Í síðstu viku lækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Hetta fekk Betri Banka og Føroya Banka til eisini at lækka teirra rentur, og nú boðar Norðoya Sparikassi eisini frá rentulækkingum.
Sambært Norðoya Sparikassa lækkar bankin útláns- og innlánsrentur við upp til 0,25 prosentstig frá 22. juli.
Rentulækkingarnar hjá Betri Banka og Føroya Banka koma í gildi ávikavist 1. og 14. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald