Innanlands

Norðoyar Bjargingarfelag fekk Ársins Rósu

Eins og undanfarin ár varð heiðurin handaður í samband við, at jólaskipið kom á Klaksvík. 20.000 krónur vóru latnar - 1700 pakkar vórðu gjørdir til tiltakið

Tað var Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins, ið handaði

Tað var Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins, ið handaði "Ársins Rósu" til Birnu Jacobsen, forkvinnu í Norðoya Bjargingarfelag (Mynd: Norðlýsið)

2022-12-23 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tiltakið var sera væl vitjað, eisini í ár. Á Kjølbro Heilsølu vóru 1700 pakkar gjørdir til tiltakið, at handa børnunum og sigast má at vit vóru ovfarnir av at allir 1700 blivu brúktir. Hvussu nógv fólk vóru møtt til tiltakið er ilt at meta um, men helst vóru nærum 3000 fólk til tiltakið.

Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari, um tá jólaskipið kom á Klaksvíkina í gjárkvøldið.

Hesaferð vóru tað Oliver Joensen og Eyðstein Poulsen, ið stóðu á odda fyri tiltakinum. Hetta var saman við einum sterkum toymi úr Føroya Sjómannadegi og væl stulað av Klaksvíkar Sløkkilið verður skrivað.

[object Object]Eyðstein Poulsen og Oliver Joensen (Mynd: Norðlýsið)

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Nógv fólk vóru savnað, tá jólaskipið stevndi inn at og legði at á vestara armi (Myndir: Norðlýsið) 


Kommunan og fyritøkur í býnum høvdu eisini stuðlað - millum annað gávuni sum Ársins Rósa fekk.

- Eins og árini frammanundan, so fylgdu 20.000 krónur við heiðrinum "Ársins Rósa", sum Føroya Sjómannadagur hevur skipað fyri hesi seinastu árini. Umframt tað fekk forkvinna Norðoya Bjargingarfelags eisini handað eina vakra rósu úr glasi, framleidd av Mikkalina Glas og eina sera vakra blómukurv.

Tað var Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins, ið handaði "Ársins Rósu" til Birnu Jacobsen, forkvinnu í Norðoya Bjargingarfelag. Felagið var millum annað við fyrr í hesu vikuni, tá fleiri skriðulop vóru í Klaksvík, og eitt slag av undantaksstøðu valdaði í eitt samdøgur ella so.

[object Object]

- Vanligt var, at Karl Birgir Isaksen, sáli, stóð fyri mikrofonhaldinum ein slíkan dag. Vit valdu at heiðra minni hansara við eini stillari løtu áðrenn tiltakið fór í gongd á pallinum úti í Klaksvík. At taka sær av orðstýringini á tiltakinum í ár, høvdu vit fingið Niclas Hera Jákupsson at taka sær av (Mynd: Norðlýsið)

[object Object]
(Mynd: Norðlýsið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder