Innanlands

Norðoyatunnilin stongdur orsakað av royki

Tunnilin hevur verið stongdur eina góða løtu og verður latin uppaftur um eitt bil, tá ið roykurin er fingin út

2018-10-23 13:51 Author image
Oda Strøm
placeholder

Roykur í Norðoyatunlinum var sum skilst orsøkin til, at avgjørt varð at stongja tunnilin fyri góðari løtu síðan. 

- Helst er talan um ein bil, sum hevur havt onkrar trupulleikar, og tað elvdi til nógvan royk í tunlinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

- Vit hava roynt at fingið roykin út, og har hava verið fólk á staðnum, sum hava sett vifturnar í gongd, so roykurin fæst úr tunlinum. Talan er ikki um nakað ferðsluóhapp ella fólkaskaða - og bilurin, sum elvdi til allan roykin, er eiheldur uppsteðgaður og blokerar vegin ella líknandi, so tað burdi alt komið í rættlag nokkso skjótt, segði vakthavandi fyri løtu síðan.

Lang bíðirøð hevur verið báðumegin tunnilsmunnarnir, men tað burdi verið yvirstaðið skjótt, sigur vakthavandi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder