Innanlands

Norðoyingar fáa nýggjan bjargingarbát í dag

Nýggi Ziska kemur væntandi á Klaksvík um middagsleitið

(Mynd: RNLI Lerwick Lifeboat)

(Mynd: RNLI Lerwick Lifeboat)

2023-05-13 10:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðoyar Bjargingarfelag kemur í dag á Klaksvík við nýggjum bjargingabáti úr Noregi, sum er bygdur í 1986.

Menn frá bjargingarfelagnum eru á veg til Føroya við bátinum, og vóru í gjár í Hetlandi, og vitjaðu bjargingarfelagið í Lerwick.

Bjargingarfelagið skrivar, at nýggi báturin væntandi kemur á Klaksvík klokkan 12.

- Øll eru vælkomin at síggja bátin, fáa sær ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið, sigur Norðoya Bjargingarfelag.

Nýggi Ziska er gamli Skomvær III og er 19,61 metrar til longdar og 5,70 metrar breiður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder