Uttanlands

Norðurkorea ongan áhuga í at tosa við Suðurkorea

Nýggi suðurkoreanski forsetin sigur seg ynskja at bøta um sambandið millum londini, men tað hevur Norðurkorea ongan áhuga í, sigur systir Kim Jong-un

Kim Yo-jong, systir norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

Kim Yo-jong, systir norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

2025-07-28 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi Suðurkoreanski forsetin, Lee Jae-myung sigur seg vilja arbeiða fyri at styrkja sambandið við Norðurkorea og tryggja frið á koreansku hálvoynni, men Norðurkorea hevur ongan áhuga í nakað samskifti við Suðurkorea, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.

Tað sigur Kim Yo-jong, høgtstandandi embætisfólk í norðurkoreansku stjórnini og systir norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

– Um Suðurkorea væntar at kunna broyta allar avleiðingarnar av sínum gerðum við nøkrum sentimentalum orðum, finst neyvan nøkur størri feilmeting, sigur hon sambært norðurkoreansku tíðindastovuni KCNA.

– Óansæð hvør politikkur verður samtyktur, og hvør politikkur kemur úr Suðurkorea, hava vit ongan áhuga í tí, og har er hvørki orsøk til at hittast ella nakað mál at umrøða, sigur hon.

Stríðið millum Norður- og Suðurkorea frá 1950 til 1953 endaði við vápnahvíld, men eingin friðaravtala varð gjørd, og tí eru londini enn formliga í kríggi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder