Mentan

Norðurlandahúsið loyvir nú fleiri enn hundrað inn

Tað er ríkiligt at plássi í høllini til at loyva 250 fólkum inn sambært nýggju koronareglunum

Nú eru 150 atgongumerki afturat sett til sølu til Brimheim-konsertina 5. februar

Nú eru 150 atgongumerki afturat sett til sølu til Brimheim-konsertina 5. februar

2022-01-25 12:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlandahúsið heldur seg ikki longur til koronatilmælið um bert at loyva í mesta lagið hundrað fólkum til innanduratiltøk.

Í tíðindaskrivi í dag sigur húsið, at við tað at nýggju tilmælini loyva fleiri enn hundrað at savnast, har tað eru í minsta lagið tveir fermetrar fyri hvørt fólk, so er húsið farið at selja fleiri atgongumerki til eina konsert, ið annars var útseld.

Talan er um konsertina við Brimheim hin 5. februar. Tey fyrstu hundrað atgongumerkini vórðu beinanvegin útselt, men nú eru so 150 atgongumerki afturat sett til sølu.

Nýggju tilmælini merkja eisini, at Norðurlandahúsið kann selja fleiri atgongumerki til konsertirnar, ið verða hildnar í høllini í Norðurlandahúsinum í samband við Vetrarjazz-festivalin.

Tað er Sway-konserti 29. januar kl. 15 og konsertin við Tórshavnar Big Band og Mads Mathias 29. januar kl.19.30. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder