Embætisfólkabólkurin hjá norðurlendska ráðharraráðnum við heitinum EK-FJLS helt fund í Føroyum herfyri. Talan er um embætisfólk innan landbúnað og skógarvinnu.
Kongaríkið Danmark hevur í ár formansskapin fyri norðurlendska ráðharraráðið (Nordisk Ministerråd), og Føroyar og Danmark býta uppgávurnar sínámillum, meðan Grønland av ávísum orsøkum hevur givið avboð.
Arbeiðið í ráðharraráðnum er skipað í 13 ymisk samstarvsøki, og eitt av hesum nevnist Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (vanliga stytt til “MR-FJLS”) sí: Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (MR-FJLS) | Nordisk Samarbejde.
Undir hvørjum ráðharraráði eru ymsir embætismannabólkar, ið viðgera tey evni, sum síðani verða løgd til politiska støðutakan í sjálvum ráðharraráðnum.
Undir MR-FJLS eru íalt fýra ymsir embætisfólkabólkar, og ein av hesum bólkunum er EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug), sí:
Ráðharrafundur í juni
Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, røkir føroysku umboðanina í EK-FJLS og Jarmund Michelsen, fulltrúi í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, er varaumboð.
Í MR-FJLS ráðharraráðnum hava Føroyar í formansskapsárinum 2026 ábyrgdina at standa fyri ávikavist fiskivinnu og aling, eins og fyri landbúnaði og skógarbrúki. 10. juni í ár skulu MR-FJLS ráðharrarnir halda árliga ráðharraráðsfundin í Norðurlandahúsinum í Havn, og dagin fyri, tann 9. juni, verður skipað fyri ymsum verkstovum og fyri eini fakligari útferð.
Embætismannabólkurin EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) helt sín fyrsta fund í hesum árinum tann 26. mars í Smæruni í Havn; og seinnapartin dagin fyri, varð skipað fyri eini fakligari kunningarferð at sýna teimum vitjandi viðkomandi landbúnaðarfaklig viðurskifti í Føroyum.
Til fundin á hesum sinni vóru umboð úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Føroyum, meðan Áland ikki var umboðað á hesum sinni. Harumframt vóru umboð fyri Nordisk Ministerråds Sekretariat (NMRS) í Keypmannhavn við, eins og leiðslan fyri NordGen (Nordiskt Genresurscenter) í Alnarp í Svøríki.
Vitjaðu í Norðradali og hjá MBM og Førka
Á fakligu kunningarferðini seinnapartin 25. mars varð byrjað við at vitja hjá Ólavi Andreasen, bónda í Norðradali, har høvið var at síggja nýggja, nútímans neytafjósið á garðinum og at hoyra hann greiða frá virkismøguleikunum sum fulltíðar bóndi.
Somuleiðis varð vitjað hjá Ólavi Reinert, bónda í Norðradali, at hoyra hann greiða frá sínum seyðahaldi og umstøðunum at virka sum parttíðar bóndi í samvinnu við annað virksemi.
Úr Norðradali varð koyrt til Hoyvíkar at vitja hjá MBM (Meginfelag Búnaðarmanna), har Tony Weihe, stjóri, greiddi frá virkseminum og útlitunum fyri at framtíðartryggja føroyingum álítandi veiting av dygdargóðum mjólkarúrdráttum.
Síðani varð farið at vitja biogass fyritøkuna Førka hjá Bakkafrost samtakinum á Skarðshjalla, har Fróði Mortensen, rakstrarleiðari, greiddi gestunum frá teirra serstaka virkisøki, har landbúnaður og havbúnaður taka lógvatak saman til gagns fyri samfelagið. Biogass tøðini spara nógvan innflutning av handilstøðum umframt at veita samfelagnum bæði elorku og fjarhita.
At enda varð koyrt oman í Gundadal, har Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, inni í Listasavnsmóttøkuni greiddi gestunum frá forsøguni handan viðarlundararbeiðið í Føroyum og frá teimum gróðursetingarætlanum v.m., ið Skógfriðingarnevndin hevur mælt myndugleikunum til at fremja.
At enda varð spákað ein túr gjøgnum viðarlundina í Gundadali, har gestirnir fingu sjón fyri søgn um, hvørjar vakstrarmøguleikar vit hava her í landinum við røttum vali av plantutilfari.
Á fundinum í Smæruni 26. mars vóru nógv ymisk evni á skránni, ið eru av týdningi fyri norðurlendska landbúnaðargeiran í breiðum høpi.
Av áhuga fyri føroysk viðurskifti kunnu m.a. nevnast:
- Danmark og Føroyar løgdu fram sína arbeiðsætlan fyri formansskapsárið.
- Tilbúgving og seiggj (resilliens) í norðurlendsku landbúnaðarmatvøruframleiðsluni
- Arbeiðsætlan hjá MR-FJLS økinum árini 2025 – 2027
- Kanning viðvíkjandi tørvi á átøkum innan varðveitingararbeiðið av norðurlendsku húsdjórasløgunum (bæði teimum gomlu staðbundnu og teimum vinnuligu sløgunum)
- Vantandi tilgongd, førleikar og ættarliðsskiftir innan norðurlendska landbúnaðargeiran
- Kunning frá NordGen
- Tørvur á kanning fyri møguleikanum aftur at fáa nýtt fiskamjøl í fóðri til jóturdjór
- MR-FJLS ráðharraráðsfundurin í Havn 10. juni 2026 og tilhoyrandi skrá fyri 9. juni.
- Ymist, har m.a. varð kunnað um, at ávikavist fólkatingsvalið og løgtingsvalið í ein mun hava darvað formansskapsarbeiðinum nakað, nú bæði Danmark og Føroyar hava havt starvsstjórnir í eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald