Mentan

Norðurlendsk ráðstevna um endurskapandi ferðavinnu

Ráðstenvan, sum Visit Faroe Islands og NORA skipa fyri, verður 19. og 20. oktober á Hotel Føroyum

2021-10-01 22:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat er endurskapandi ferðavinna? Og hvussu tryggja vit, at ferðavinna kemur íbúgvum á staðnum til góðar? Hetta fara serfrøðingar innan økið at umrøða á ráðstevnu, sum Visit Faroe Islands og NORA skipa fyri í Havn 19. og 20. oktober.

Seinastu árini hava alsamt fleiri róð framundir, at tað ikki er nóg mikið at tosa um eina burðardygga ferðavinnu, ið merkir, at ferðamálið skal hvíla í sær sjálvum og ikki verða verri fyri av ferðavinnuni. Ístaðin eiga vit at miða ímóti einari endurskapandi ferðavinnu (regenererandi ferðavinnu, regenerative tourism á enskum), sum í stuttum merkir, at ferðavinnan skal hava eina jaliga ávirkan og gera støð enn betri. Ein av fremstu røddunum innan økið er Anna Pollock. Hon hevur í fleiri ár víst á týdningin av at skipa ferðavinnuna soleiðis, at hon er til fyrimuns fyri øll, sum eru knýtt at einum ferðamáli, tvs. bæði vinnuni, íbúgvunum á staðnum, náttúruni og ferðafólkunum. Anna Pollock hevur sera drúgvar royndir á økinum, bæði sum granskari og ráðgevi hjá visit-feløgum kring heimin.

Umframt Onnu Pollock verða eisini framløgur um, hvussu vit kunnu tryggja, at ferðavinnan er góð fyri tey fastbúgvandi, har ferðavinna tekur seg upp. Stjórin á Visit Norway leggur fram um teirra nýggju ferðavinnustrategi, og Zita Cobb úr Nýfunlandi fer at greiða frá verkætlanini um Fogo Inn. Zita er fødd og uppvaksin á Fogo Island, flutti sum ung til Kanada at lesa, og er so flutt aftur til Fogo Island, har hon hevur skipað oynna sum eitt ferðavinnustað, har meirilutin av teimum lokalu eru partur av ella veitarar til ferðavinnuna á staðnum.

Umframt hetta, verða eisini styttri framløgur, har ferðavinnuveitarar úr Norðanlondum greiða frá við ítøkiligum dømum um, hvussu tey hava skipað teirra ferðavinnu burðadygt.

Ráðstevnan er ætlað starvsfólkum í ferðavinnuni, lands- og kommununalpolitikkarum og teimum, sum hava áhugað í ferðavinnuni.

Visit Faroe Islands og NORA skipa fyri ráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum.

Nærri kunning og tilmelding er á heimasíðuni hjá NORA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder