Mentan

Norðurlendskt men helst ikki føroyskt

Kári kundi siga so mikið, at tað ikki verður ein føroyskur sangur, hann fer at syngja fríggjakvøldið í X Factor, tá tema er norðurlendskir sangir. Tina vildi hinvegin ikki avdúka nakað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-23 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðurlendskt tema er í X Factor fríggjakvøldið. Úrvalið er stórt, tí tað merkir, at dómararnir kunnu velja løg úr Svøríki, Noreg, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Danmark og úr Føroyum. 

Men hóast tveir føroyskir luttakarar eru millum fimm tey síðstu í kappingini, so er møguleikin fyri føroyskum sangi fríggjakvøldið ikki stórur. Í øllum førum ikki frá Kára Fossdalsá.

[object Object]Stórsmílandi Kári Fossdalsá av Toftum eftir at hann heldur óvæntað fríggjakvøldið sang seg beinleiðis víðari í X Factor (Mynd: Sverri Egholm)

Tað avdúkaði hann í samrøðu við Portalin aftaná liveshowið fríggjakvøldið.

- Eg kann gott siga, at tað ikki verður ein føroyskur sangur. Eg fái ikki sagt hvør sangur tað verður, men eg kann siga, at tað verður óvæntað.

[object Object]Tina Mellemgaard fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Vit spurdu eisini Tinu um hon fór at syngja ein føroyskan sang. 18 ára gamla hoyvíkskvinnan vildi ikki avdúka nakað, men segði:

- Kanska. Vi må bare vente og se.

Um tað skal vera ábending á, at Tina fer at syngja á donskum, skulu vit lata vera ósagt.

Fríggjadagin fyrrapart avdúkar TV2 hvørji løg tey fara at syngja.

X Factor verður sent á danska TV2 fríggjakvøldið klokkan 19 føroyska tíð, og sent forskotið í KVF eftir Gekkin.

Sí eisini:

Video: Tina: Jakkasettið skift út - eg eri á einari ferð

Video: Kári: Visti ikki hvat eh skuldi gera ella siga - hatta var ekstremt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder