Innanlands

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir summarfund í Føroyum

Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, er vertur fyri fundin mánadagin og týsdagin í komandi viku

Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, er vertur fyri fundin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, er vertur fyri fundin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-13 12:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 15. juni og týsdagin 16. juni hava norðurlendsku samstarvsráðaharrarnir fund í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, ráðharri fyri norðurlendskum samstarvi, er vertur fyri fundin.

Danmark og Føroyar hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og siðvenja er, at norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittast til ein summarfund undir formansskapinum.

Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, og høvuðsevni fyri fundin verður samfelagstrygd og tilbúgving.

– Í hesum tíðum gerst norðurlendskt samstarv um samfelagstrygd og tilbúgving alsamt meira viðkomandi. Onki land er sjálvbjargið, serliga ikki tá tað snýr seg um neyðsynjarvørur, útgerð og veitingar, sum krevjast í kreppustøðum. Tí er eyðsæð, at vit eiga at styrkja samstarvið um tilbúgving og veitingartrygd við okkara norðurlendsku grannar, sigur Bárður á Steig Nielsen, samstarvsráðharri.

Sum partur av skránni skulu ráðharrarnir sigla við Brimli, har kunning og sýning av føroysku tilbúgvingini eru á skrá.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder