"Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag. Umfarssóttir kunnu raka meint. Á sumri í 1846 herjaði meslingalandfarsótt í Føroyum. Hon kravdi 122 mannalív."
29.mars 1846 kemur Holm snikkari til Føroya við skonnartini Havfruen. Hann hevur fepur, men læknin metir, at talan er um giktfepur, og tí verður hann ikki avbyrgdur.
Seinni verður staðfest, at hann hevur meslingar, men tá er ov seint. Meslingar smitta sera illa, og teir hava ikki verið í Føroyum síðan 1781. Fá hava tí andevni ímóti smittuni, tískil verða 6000, av á leið 7.800 føroyingum, smittaðir. Tveir læknar, P. L. Panum og A. H. Manicus, verða sendir til Føroya at hjálpa av Christian 8., tí støðan er álvarslig.
Av teimum 6000 fólkunum doyðu, sambært føroysku kirkjubókunum, í minsta lagi 122 fólk frá 2. mai til 1. oktober, av meslingum ella fylgisjúkum hjá meslingum - 50 menn og 72 kvinnur. 40 fólk doyðu í Eysturoynni – 13 menn og 27 kvinnur. Á Eiði og í Leirvík doyðu flest av meslingum, ávikavist sjey og seks fólk, tá er ikki uppgjørt eftir fólkatalinum í ymsu bygdunum.
“Umfarssóttir í 1800-talinum” - áhugaverdar framløgur á Skjalasavnsdegnum
Elin Súsanna Jacobsen, fyrrverandi lektari í Søgu á Fróðskaparsetri Føroya, innleiðir við framløguni “Umfarssóttir í 1800-talinum”. Síðani er tað Ole Wich, M.A. í Søgu, sum fer at hava framløgu undir heitinum “En reprimande til lægen Napoleon Nolsøe - ... idet han nemlig foretrak sit eget formentlige Tarv fremfor sine betrængte Landsmænds Bedste”.
Fyrilestrarnir verða í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16 í Tórshavn seinnapartin leygardagin.
- Landsskjalasavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald