Uttanlands

Noreg fær týðandi søguligt handrit til láns

Lániavtala er gjørd við kongaliga bókasavnið um at fáa Gulatingslógina til láns í fyribils fimm ár

(Mynd: Det kgl. Bibliotek)

(Mynd: Det kgl. Bibliotek)

2021-10-07 10:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska tjóðarbókasavnið, Nasjonalbiblioteket, hevur nú fingið ein gamlan norskan tjóðargrip til láns frá kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn.

Talan er um eitt rit, kallað Gulatingslógin, ið varð skrivað millum 1250 og 1300. Handritið var í fjør gjørt til part av Noregs skjalaarvi, ið er ein skrá yvir tey týdningarmiklastu skjølini í norskari søgu.

Men tað, sum nívir norðmenn og -kvinnur er, at tað er Det kongelige Bibliotek í Keypmannahavn, sum hevur ritið í varðveitslu, og har eru ongar ætlanir um at lata tjóðargripin til Noregs, skrivar NRK.

Fleiri royndir eru fyrr gjørdar at fáa flutt tjóðargripin úr eini goymslu í Keypamannahavn til tjóðarbókasavnið í Oslo, men higartil uttan úrslit.

Men nú hava diplomatisku royndirnar ført til eina lánsavtalu.

- Í staðin fyri at krevja ritið tí tað er okkara, hava vit sagt, at hetta ritið er av alstórum týdningi fyri okkara sjálvsfatan, og at vit ynskja at brúka tað í okkara miðling. Tað hava tey nú víst seg at fata, sigur Aslak Sira Myhre, landsbókavørur, sum metir hetta skjalið at vera av sama týdningi sum víkingaskipini.

Fyribils er ein lániavtala gjørd, ið loyvir Noregi at lána skjølini í fimm ár, skrivar NRK.

Í 2024 eru liðin 750 ár síðan, at Magnus Lagabøte kongur setti í gildi fyrstu lógina í gildi, kalla landslógin, ið varð galdandi fyri alt Noreg. Lániavtalan við kongaliga bókasavnið umfatar fimm handrit, og henda landslógin er partur av hesum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder