
Norska stjórnin hevur nú tikið avgerð um at seta tvey russisk reiðarí, Norebo JSC og Murman Seafood, á listan yvir feløg, sum eru umfatað av russiska handilsstongslinum.
Tað boðaði stjórnin frá í tíðindaskrivi í gjár, skrivar NRK.
- Í seinastuni hava vit upplivað alsamt meira ágangandi russiska atferð móti teimum sameindu. Roknað verður við, at henda gongdin heldur fram, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide í tíðindaskrivinum.
- Í roynd og veru merkir hetta, at skip, sum hoyra til hesi reiðarí ikki longur hava atgongd til norskan sjógv, sigur Eivind Vad Petterson, aðalráðgevi í norska uttanríkisráðnum.
Í mai samtykti ES at seta tiltøk í verk móti russiskum feløgum, herundir Norebo JSC og Murman Seafood. Ein mánaða seinni gjørdi Noreg eina líknandi samtykt, men uttan at nevna feløg við navni.
Tí hava skip hjá hesum feløgum framhaldandi kunna virkað í norskum sjógvi – til nú.
Á listanum hjá ES stendur, at skip undir Norebo “vísa serlig ferðamynstur, ið ikki líkjast vanligum praksis ella fiskivinnuvirksemi”. Víst verður millum annað á, at skipini hava siglt aftur og fram nærhendis kritiskum undirstøðukervi, skrivar NRK.
Sendiharri Russlands til Noregs, Nikolay Korchunov, skrivar í teldubrævi til NRK, at hann metir norsku avgerðina vera absurda, politiskt motiveraða og nakað, ið ger samstarvið landanna millum truplari.
- Allar gerðir, sum kunnu raka áhugamálini hjá nevndu feløgum, eru ólóglig. Henda avgerð vekir einans harma, skrivar, uttaler Korchunov.
Hann heldur, at avgerðin hjá stjórnini um at fylgja ES-revsingunum, hóttir við at oyðileggja fiskivinnusamstarvið, sum Noreg og Russland hava havt í nógv ár. Eisini metir hann, at ES-tiltøkini eru í stríð við altjóða rætt.
- Vit meta, at her er talan um umfatandi ‘hybridkríggj’ móti Russlandi, sum hesaferð eisini rakar lívfrøðiliga tilfeingið í Barentshavinum, sigur Korchunov.
Sergej Sennikov, talsfólk hjá reiðarínum Norebo, skrivar til NRK, at felagið heldur, at ES-revsitiltøkini eru grundleys og eru grundað á óváttaðar áskoðanir.
- Norska avgerðin kann elva til óbótaligan skaða fyri norsk-russiska fiskivinnusamstarvið, skrivar hann.
NRK hevur eisini roynt at fingið eina viðmerking frá Murman Seafood, men hevur ikki fingið svar enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald