2023-01-23 11:10

Norrøna, sum fór í dokk í Lindø í Danmark síðst í desember mánað, er nú farin í sigling aftur.
Leygardag seinnapart fór hon úr Hirtshals, og klokkan 6.15 í morgun kom hon á Havnina.
Á heysti í fjør boðaði Smyril Line frá, at felagið fór at umleggja vetrarsiglingina hjá Norrønu í ár. Hetta inniber, at tað ikki verður siglt til Íslands á hávetri, og verður sostatt bert siglt millum Havnina og Hirtshals fram til 20. mars. Síðan 22. november hevur ikki verið siglt til Seyðisfjarðar.
Norrøna fer aftur til Hirtshals hóskvøldið klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald