Innanlands

Norrøna er nú í dokk í Danmark

Og skipið verður ikki í sigling aftur fyrrenn 21. januar

Kringvarpið skrivar á heimasíðu sínari, at Norrøna ikki fer í sigling aftur fyrrenn 21. januar, tá silgt verður úr Hirtshals til Føroya. Byrjað verður at sigla aftur til Íslands (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-12-27 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norrøna endar 2022 og byrjar 2023 á sama hátt: Í dokk Lindø, Danmark (á Fjóni)

Kringvarpið skrivar á heimasíðu sínari, at Norrøna ikki fer í sigling aftur fyrrenn 21. januar, tá silgt verður úr Hirtshals til Føroya.

Norrøna byrjar sína sigling úr Føroyum til Íslands aftur 20. mars 2023, upplýsir Kringvarpið. Siglt verður ikki til Íslands móti ársenda næsta ár.

Les eisini: Nørrona gevst at sigla til Íslands á hávetri

Næsta ár eru 20 ár liðin, síðani hendan Norrøna fór í sigling. Fyri tveimum vetrum síðani fekk ferðamannaskipið umfatandi dagføringar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder