Innanlands

Norrøna krokar út fyri Ålbæk

Vindurin minkar í kvøld og tá verður kósin sett móti Føroyum. Norrøna verður eftir ætlan á Havnini týsdagin kl. 13

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-05 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ódnin Dave sum ger um seg í Evropa hevur við sær, at Norrøna krokar eystan fyri Jútland.

Kringvarpið veit at siga, at Norrøna fór úr Hirtshals um hálvgum fýra tíðina í nátt, og liggur nú og krokar nakað sunnan fyri Skagen, út fyri Ålbæk.

- Vit liggja trygt og gott. Sigla spakuliga aftur og fram meðan tað leikar uppá tað harðasta. Tað er einki rull yvirhøvur, men tað er nógvur vindur. Akkurát nú er tað 43 m/s. So vit liggja bara og bíða her í allan dag og seint í kvøld stinga vit snútan heimaftur móti Føroyum, segði Petur á Vollanum, skipari á Norrønu, við útvarpið fyrr í dag.

Petur á Vollanum, skipari, sigur at vindurin minkar seint seinnapartin og í kvøld tá verður siglt aftur. Norrøna verður eftir ætlan á Havnini týsdagin klokkan 13.

556 ferðafólk eru umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder