Innanlands

Norrøna sum kavabátur

Starvsfólk hjá Smyril Line gjørdu ein heldur øðrvísi “kavamann”

Mynd: Smyril Line

Mynd: Smyril Line

2019-01-30 15:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Meðan summi skeldast um nógva kavan í dag, eru onnur, sum stuttleika sær við honum.

Starvsfólkini á skrivsstovuni hjá Smyril Line fingu eitt heldur øðrvísi hugskot í dag, og fóru út at byggja kavamann. Men ístaðin fyri at byggja ein heilt vanligan kavamann, valdu tey at royna sín listarligu evni.

Úrslitið var at tey bygdu Norrøna burturúr kava. Starvsfólkini dugdu væl, tí at “Norrøna” hevði bæði heitar pottar, tyrlupall og bjargingarbátar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder