![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu vikurnar hava nógvar broytingar verið í mun til sambond hjá USA til ymiskt í umheiminum. Hetta eftir at Donald Trump tók við sum forseti
Eitt er menningarstuðulin. Hann er nú settur á pausu, og ivasamt er hvussu langur steðgurin verður; ella hvussu viðurskiftini hesum viðvíkjandi fara at síggja út framyvir.
Hetta rakar á ymiskan hátt, og millum annað rakar tað Norsk Folkehjælp hart. Hjálparfelagskapurin hevur í dag boðað frá, at beint yvir helmingurin av starvsfólkunum nú hava fingið boð um uppsøgn.
Talan er um samanlagt 1.700 fólk.
"You're fired". Soleiðis segði Donald Trump ofta undir sendingini "The Apprentice". Hansara avgerðir stutt eftir setanina kosta nærum beinleiðis størv í øðrum londum (Mynd: EPA)
Tað hevur verið ein dramatisk broyting, at yvir 40 prosent av tí, sum felagskapurin skal nýta til at ruddan minur og spreingievni, bara er burtur nú.
Soleiðis greiðir aðalskrivarin, Raymond Johansen, frá í tíðindaskrivinum. Hann heldur, at nú verða nógv lív og nógvir limir hjá fólki kring heimin.
Norsk Folkehjælp er ein av teimum størstu "uppruddingarfelagskapinum" í heiminum. Felagskapurin er vanliga virkin í samanlagt 21 londum og tekur sær av at rudda vandamikil, so sum gomul spreingievni, vekk.
Í 2024 fekk Norsk Folkehjælp heili 460 milliónir norskar krónur, sum svarar til umleið 300 milliónir danskar krónur, frá amerikanska uttanríkismálaráðnum til umráðandi arbeiði.
Nú koma hesir pengarnir ikki, og tað kostar størv, umframt skerjir um virksemi. Tað, at USA ikki veitir menningastuðul, er í fyrstu syftu galdandi í 90 dagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald