Uttanlands

Norsk skíðstjørna deyð í vanlukku á vatnskutara

38 ára gamla Vibeke Skofterud varð funnin deyð í sjóvarmálanum út fyri Arendal sunnudagin

Vibeke Skofterud gavst at kappast á skíðum í 2015 (Savnsmynd: EPA)

Vibeke Skofterud gavst at kappast á skíðum í 2015 (Savnsmynd: EPA)

2018-07-30 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi norski skíðrennarin Vibeke Skofterud doyði í gjár í eini vatnskutaravanlukku nærhendis Arendal í Suðurnoregi, skrivar NRK. Hon gjørdist 38 ára gomul.

Í árunum 2001 til 2015 var Skofterud millum fremstu kvinnuligu skíðrennararnar í Noregi.

Skofterud varð funnin á oynni, sum eitur St. Helena út fyri Arendal, og tað var beinanvegin staðfest, at hon hevði latið lív.

Skofterud var saman við Marit Bjørgen, Therese Johaug og Kristin Størmer Steira við til at tryggja norskt HM-gull tá HM í skíðrenning var í Oslo í 2011. Tað var eitt av nógvum hæddarpunktum í hennara lívsleið sum úrmælingur innan hesa ítrótt, skrivar NRK.

Líkið av Skofterud varð funnið beint fyri middag í gjár. Longu sunnunáttina boðaði unnusta hennara løgregluni frá, at hon ikki var heimafturkomin av einum túri á vatnskutara. Tær høvdu leigað sær eina smáttu at halda frá, og høvdu verið á konsert í Arendal áðrenn Skofterud fór út á sína seinastu ferð á vatnskutaranum.

Vitni, sum norska løgreglan hevur tosað við fortelja, at tað var vánaligt verður við torusláttri og ringum sýni á leiðini um náttina tá vanlukkan hendi.

Løgreglan hevur enn ikki staðfest hvat orsøkin var til vanlukkuna. Eingin annar var til staðar, tá vanlukkan hendir. Kanningararbeiðið kann taka fleiri vikur, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder