Seinastu árini hevur norska kongshúsið verið í mótvindi. Og tað er í stóran mun vegna tey, sum er komin inn í kongsfamiljuna uttanfrá.
Mette-Marit er nýggj drotning, men tíðliga í ár kom hon veruliga í andglettin vegna sambandi við Jeffrey Epstein. Tað var ein rúgva av sms-boðum og teldupostsamskifti millum teirra millum 2011 og 2014, sum ikki sá so gott út. Serliga ikki í ljósinum av, at Epstein seinni er dømdur fyri eina rúgvu av kynsligum og øðrum grovum brotsverkum.
Sonur Mette-Marit, sum hon átti áðrenn Haakon kongur kom í myndina, er eisini dømdur fyri nógv álvarsom brotsverk - serliga mótvegis kvinnum. Marius Borg Høiby er í løtuni varðhaldsfongslaður men slapp út í sambandi við almennu tiltøkini, tá Harald kongur skuldi jarðast. Hetta við fótfjøtri.
Sí eisini: Varðhaldsfongslingin longd
Marius Borg Høiby úti í Oslo í gjár (Terje Pedersen/AFP/Ritzau Scanpix)
Myndir: Seinasta ferð Harald kongs
Júst deyði Haralds, ið var ógvuliga vællýddur sum kongur, tykiskt hava savnað Noreg meira um kongshúsið aftur.
Sambært nýggjari kanning, sum Verian hevur gjørt fyri norska TV2, halda 77,6 av teimum spurdu, at monarki er tað rætta - heldur enn ein republikk. Tað vil siga: Norðmenn vilja varðveita kongshúsið og stuðla tí.
So mikið høgt tal hevur ikki verið í 25 ár, staðfestir tv2.no. Og 77,6 prosent er nærum tíggju prosent hægri, enn talið lá á í august 2024 (68,1)
Hetta kann verða stýrt av kenslum, nú Harald kongur er deyður og Haakon hevur tikið við sum kongur. Hetta vísir "kongshússerfrøðingurin", Ole-Jørgen Schulsrud-Hansen á. Tað eru eisini nógv. 41 prosent, sum halda at monarki'ið í Noreg er viknað.
Mett verður eisini, at kongshúsið hevur staðið væl saman seinastu tíðina, eisini meðan Mette-Marit var sjúk, og at HM-endaspælið í fótbólti í summar, har tey kongaligu og slottið vórðu sentral í norsku fólkaveitsluni, eigur ein leiklut í breiðari undirtøku.
Myndir: Syrgitíðin er av - tey kongaligu veittraðu av slotssvalanum
Sonja drotning, ið var gift við Haraldi kongi, krúnprinsessa Ingrid Alexandra og Svere Magnus prinsur veitra til fólki (Myndir: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald