Harald kongur er nú gravsettur í kongaliga gravhválvinum undir slottskirkjuni á Akershus í Oslo.
Einans eitt fátal av innbodnum gestun vóru við til tað, sum gekk fyri seg inni í slottskirkjuni, og atgongd var ikki fyri fotografum og fjølmiðlum.
Tá tey kongaligu komu út úr kirkjuni, fóru kanónirnar á Akershus skansanum at runga við kongaligum salutti. Og kring alt Oslo vóru tey nógvu fløggini vundin upp á fulla stong.
Eisini á kongsborgini, har reyða kongsflaggið við svørtum syrgibindi hevur veittrað av svalanum. Í staðin varð norska splittflaggið vundið á fulla stong.
Og so komu teir kongaligu bilarnir aftur á kongsslottið. Tey kongaligu koyrdu heim eftir somu leið, sum tey gingu aftan á børuni fyrr í dag.
Tá tey kongaligu vóru komin inn, fylktust fólk á slottsplássinum. Tí tann seinasta almenna hendingin í dag í sambandi við jarðarferðina var, tá kongsfamiljan kom út á svalan at veittra til fjøldina.
Tá tey komu inn aftur á borgina, var móttøka fyri kongaligu gestunum.
-
Harald kongur verður settur í ein sarkofag, sum skal standa her í kongaliga mausolenum undir Akershus Slottskyrkja. Her liggja frammanundan Haakon VII og Maud í hvíta marmorsarkofaginum og Olav V og Marta í grøna bronsusarkofaginum (Mynd: Heiko Junge/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Norrønu kongarnir heilsa uttan fyri slottskirkjuna (Mynd: Terje Pedersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Á veg inn í kirkjuna (Mynd: Terje Pedersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Marius Borg Høiby (Terje Pedersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Terje Pedersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Á Akershus skansanum varð skotið, tá jarðarferðin og harvið syrgitíðin var av (Mynd: Tor Erik Schrder/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Á kongsslottinum varð kongsflaggið við syrgibandi tikið niður, tá jarðarferðin var av (Mynd: Haakon Mosvold Larsen/Reuters/Ritzau Scanpix)
-
Fløggini vundin á fulla stong og tey kongaligu á veg somu leið eftir Karl Johan heim aftur á kongsborgina (Mynd: Hans Olav Torgersen/NTB/Ritzau Scanpix)
-
Tey kongaligu vendu aftur til kongsborgina í bilum (Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix)
-
Fólk tyrptust inn á slottsplássið tá tey kongaligu vóru komin heim - at uppliva tey koma út á svalan at heilsa (Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Hakon Mosvold Larsen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Og so komu tey út at veittra til fjøldina (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Myndir: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald