Innanlands

Norskt grót til rennibreyt í Klaksvík

Rennibreytin í Klaksvík skal fyllast við gróti úr Noregi. Jógvan Skorðheim sigur, tað er púra vanligt at norskt grót verður brúkt í Føroyum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-02-19 18:32 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Ætlanin er at brúka norskt grót undir rennibreytini. Orsøkin er, at teir sum gera rennibreytina halda, at kvaliteturin hóskar seg betri, sigur Jógvan Skorheim Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 

Sunnudagin visti Kringvarpið at siga, at arbeiði við rennibreytini var seinkað nakað, tí kommunan ikki slapp av við avgrevsturin frá rennibreytini. Avgrevsturin varð fyltur í eitt grótbrot í Bumshamri, sum var byrjað at fyllast. 

Jógvan Skorheim váttar, at arbeiðið er seinkað í tríggjar mánaðar orsaka av, at kommunan skal av við avgrevsturin. Borgarstjórin sigur, at nýggj loysn verður funnin á eyrismótøku skjótast gjørligt, soleiðis at arbeiði við rennibreytini byrja aftur skjótt. 

Men hann leggur afturat, at norska grótið ikki fer at seinka verkætlanini. 

Borgarstjórin sigur eisini, at tey ikki hava blandað seg uppí, at veitarin vil brúka norskt grót. 

- Tað týdningarmesta fyri okkum er, at kvaliteturin er í ordan. Vit blanda okkum ikki uppí, um veitarin hjá okkum metir at norskt grót er tann besta loysnin, sigur hann og leggur afturat, at heildarætlanin ikki fer at kosta meira orsaka av, at norskt grót skal innflytast. 

- Um vit eitt nú skuldu brúkt grót frá Skálafjarðatunnlinum, kundi tað eisini blivið dýrt at transportera tað grótið, sigur hann. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder