Innanlands

Norsku eigararnir tikið 200 milliónir úr felagnum

Pf. Mowi Faroes hevði næstan 85 milliónir á botnlinjuni í fjør

(Mynd: Mowi Faroes)

(Mynd: Mowi Faroes)

2019-05-20 17:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast sølan í fjør batnaði nakað í mun til undanfarna ár, so gjørdist úrslitið heldur lakari orsakað av lækkandi laksaprísum.

Pf. Mowi Faroes – tað er felagið, sum fram til februar í ár æt Pf. Marine Harvest Faroes – hevði eitt rímiliga gott ár í 2018, hóast tað var nakað lakari enn árini frammanundan.

Felagið seldi í fjør fyri 393 milliónir krónur afturímóti 352 milliónir í 2017, meðan úrslitið eftir skatt varð 85 milliónir krónur afturímóti 115 milliónum árið frammanundan.

Sambært ársfrágreiðingini er úrslitið ikki so óvæntað, tí longu í 2017 varð roknað við einum úrslitið eftir skatt á millum 80 og 90 milliónir krónur í 2018, verður sagt.

Felagið hevur flutt heimstað av Hellunum og út á Strendur eftir at felagið í árinum keypti kryvjivirkið á Strondum frá kappingarneytanum, Pf. Bakkafrost. Virkið varð tikið í brúk í september í fjør. Íløgan varð gjørd fyri betri at fáa stýrt nær laksurin verður tikin.

Felagið rindaði í 2018 knappar 35 milliónir út í lønum. Talið av starvsfólki verður upplýst at vera 47.

Tað er risastóra norska alifyritøkan Mowi ASA í Bergen sum er høvuðseigari í føroyska dótturfelagnum. Og í sambandi við roknskapin fyri 2018 hava eigararnir eisini valt at tikið 200 milliónir úr føroyska felagnum sum vinningsbýti. Eigararnir hava annars ikki tikið sær vinningsbýti tey fýra árini frammanundan, hóast sera rættiliga góð úrslit.

Ikki tí – har er nóg mikið at taka av. Um ársskiftið, tá eigararnir høvdu fingið sítt, var eginognin í føroyska felagnum 489 milliónir krónur.

Stjóri í Mowi Faroes er Hans Jákup Mikkelsen. Hann situr eisini sjálvur í nevndini saman við Ernst K. Jacobsen og norðmanninum Per Roar B. Gjerde, sum er nevndarformaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder