2025-03-25 09:02

G! Festival hevur longu kunngjørt eina ørgrynnu av spennandi nøvnum á tónleikaskránni í ár. Men av øllum bólkunum, ið koma, er eingin harðari enn norski bólkurin Cult Member.
Cult Member spælir trasj tónleik, og er sum ódnin, ið smildrar alt sundur á síni leið. Við frumútgávu síni, "Infinite Death", bleiv hann tilnevndur "Spellemannsprisen", og ummælini hann fær fyri konsertirnar eru øll í toppi.
Vit á G! hava hoyrt hann, ikki færri enn tvær reisir, og okkara skoðsmál eru tey somu, at Cult Member er ein heilt einastandandi góður bólkur, og um tú so stendur og lurtar í betongstivlum, verður tú kortini blástur umkoll!
G! festivalurin verður í Syðrugøtu í døgunum 17. til 19. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald